Jógvan Jespersen, kringvarpsstjóri, sigur at teir ongar ætlanir hava um at senda beinleiðis frá landsfundunum hjá politisku flokkunum
Danmarks Radio hevur í fleiri ár havt traditión, at senda frá landssfundunum hjá politisku flokkunum í Danmark.
Nú Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu landsfund um vikuskiftið var sera ymiskt hvat bleiv gjørt burtur úr fundunum í miðlunum.
– Vit sendu tíðindafólk til landsfundirnar, men um vit skulu senda beinleiðis frá orðaskiftinum á fundunum, havi eg sum so onga meining um í løtuni.
Tann spurningurin hevur ongantíð verið viðgjørdur í Kringvarpinum.
– Tað er so stutt síðan at landsfundirnir hjá politisku flokkunum gjørdust almennir, og tí hevur hetta heldur ongantíð verið aktuelt.
– Tað kundi sjálvandi verið áhugavert, men eg dugi ikki at síggja hvussu tað skuldi verið gjørt í løtuni, tí tað eru so nógv onnur tiltøk, sum kringvarpið sendir frá næstan hvørt vikuskiftið.
Jógvan Jespersen sigur at tingvarpið, sum sendir úr løgtinginum hvønn dag, er sjálvvirkandi og tað er ein tænasta, sum kringvarpið veitir lurtarunum, uttan at tingið letur eyka játtan fyri tað.




