Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið – sjónvarpið – Kjakið = tosa um uttanumtos

Jan Haldansen

Eftir Dag & Viku týsdagar er Kjak, men hvat verður kjakast um, millum lítið og einki. Tey flestu sum eru runt borðið eru næstan samd allan vegin og tann sum stýrir kjakinum setur ikki teir krittisku spurningarnar, tí heima arbeiðið er ikki gjørt gott nokk ella tí persónarnir sum skulu svara teimum krittisku spurningunum ikki eru tilstaðar rundanum borðið.

Nú vit skriva 2016, hvar er so Kringvarpið, tá hugsa verður um eitt kjak. Kjak innan alt tað sum rørir seg í okkara landi, hvar er tað forum, sum setur teir kritisku spurningarnar. Sjónvarpið er eitt forum, sum vanliga skal savna fólk runt landi, men í dag er tað Dagur & Vika, Gekkurin og ungdóms sendingin Orrustan.

Hví er tað soleiðis, undirritaðið veit ikki, men tankarnir floyma og koma til niðurstøðuna “ hugflogið er fari, prioritera vekk ella orkan er ikki til staðar hjá teimum journalistum sum skullu gera slíkar sendingar”.

Eftir Dag & Viku týsdagar er Kjak, men hvat verður kjakast um, millum lítið og einki. Tey flestu sum eru runt borðið eru næstan samd allan vegin og tann sum stýrir kjakinum setur ikki teir krittisku spurningarnar, tí heima arbeiðið er ikki gjørt gott nokk ella tí persónarnir sum skulu svara teimum krittisku spurningunum ikki eru tilstaðar rundanum borðið. Hesir 15-20 minuttirnir KVF brúkar kundu líka so gott blivið brúktir til enska krimi sending, tí eftir Kjakið er av, so situr ein við niðurstøðuni, at har var einki nýtt, bert uttanumtos og eingir krittiskir spurningar.

Hyggja vit at londum vit vanliga samanbera okkum við, so hevur kjakið eitt endamál. Har hava journalistanir gjørt teirra heima arbeiðið til lítar og teir røttu persónarnir eru runt borðið, teir vera tráðspurdir um tað sum sakin gongur út uppá í allar vinklar, so eitt kjak kann uppstanda tann tíman kjakið er. Eftir eina slíka sending kann ein verða einigur ella ikki, men báðir partar eru hoyrdir, spurningarnir settir og boðini eru komin út til áhoyraran um sýnspunktini hjá tí sum kjakast verður um.

Sakt verður, at miðlarnir er tann fjórða statsmaktin, men hvar er hon. Undirritaðið skal ikki siga hvat kjakst skal um, men evnini eru mong og spurningarnir eru nógvir. Tað sum manglar, er journalistar sum vilja gera heima arbeiðið út í fingraskíssanar og viljan til at skapa slíkar sendingar, so hyggjarin fær tað honum hevur tørv á.

Tað sum í grundini er í Dag og Viku er gomul tíðindi, tí tey eru borðin framm í hinum miðlunum ígjøgnum dagin. Einasti munurin er ein vertur á skýggjanum og livandi myndir frá staðnum ella savnsmyndir.

Nú er kanska nokk skriva um KVF, men hvar eru so hinir miðlarnir. Miðlahúsið hevur havt ymsar kjakfundir í teirra húsið, har teir hava roynt at lýst evnir og skapað kjak. Hettar hevur verði væl vitjá og gott úr hondum greitt, men teir kunnu líkasum ikki lyfta alla heildina, tí tað er ikki eitt krav frá mynduleikanum/fólkinum. Teir eru ikki á fíggjarlógini, sum KVF og tí kunnu hesir miðlar ikki samanberast, tí krøvini eru ymisk. Men sigast kann, at miðlarnir kundu gott verði meiri krittiskir ella lýst ymiskt betur í bløðum teirra, tó so so er Dimma blivið tað blaðið sum hevur best lýstu/skrivaðu greinarnar her á landi í dag.

Um fakta skal á borðið, so hava vit onga kjakmentan í sjónvarpinum og tað kunnu vit ikki liva við, ella onkur mátti havt ringan smakk í munninum.

Tað er kanska tíðar krevjandi, at skapað eina orduliga kjaksending. Um so er, so ger mann heima arbeiðið og hevur eina sending 14 hvønn dag, ístaðin fyri eina um vikuna, sum ikki kann brúkast til nakað sum helst.

Vónandi vaknar leiðslan í KVF, fer til arbeiðis við teimum krittisku brillunum á høvdinum og skapar eitt kjakforum sum vil nakað.

Vinarliga Heilsan

Jan Haldansen

Vestmanna