Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið vil ikki spæla við

Helgi Abrahamsen

Løgtingið hevur í dag fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at veita stuðul til tíðindamiðlar. Talan er um stuðul, ið fjølmiðlar kunnu søkja um til blaðútbering og journalistiska og málsliga frøleikamenning.

Tá kringvarpslógin nýliga varð broytt, varð avrátt, at Kringvarpið framhaldandi skuldi hava møguleika at senda lýsingar, bæði í útvarpi og sjónvarpi, og tað eru inntøkurnar frá útvarpslýsingunum sum skulu í ein miðlagrunn, ið aðrir miðlar skulu kunna søkja um stuðul úr. Inntøkurnar frá sjónvarpslýsingum fara til at stuðla framleiðslu av filmum.

Kringvarpið vil ikki spæla við

Leiðslan í  Kringvarpinum  er ikki so fegin um ætlanina hjá landsstýriskvinnuni, tí hví skal Kringvarpið brúka tíð, orku og pengar  til at skaffa inntøkur, sum onnur fáa ágóðan av? Kringvarpið hevur tí niðurraðfest hendan partin, og spurningurin er tí, um inntøkurnar fara at røkka til endamálið.

Um tað skuldi hent, at Kringvarpið fær ov lítið inn fyri lýsingar, so kann tað enda við, at landsstýrið seinni í ár noyðist aftur í løgtingið við umbøn um eykajáttan fyri at klára at rinda fyri miðlastuðul og filmsstuðul.