Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpsgjaldið verður ikki hækkað

Oliver Joensen

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur í dag boðað Kringsvarpsstýrinum frá, at kringvarpsgjaldið ikki verður hækkað 1. januar 2009.

Kringvarpið boðaði herfyri frá, at stovnurin væntaði eitt hall upp á 5 mió. í 2009 og heitti á landsstýriskvinnuna um at hækka kringvarpsgjaldið fyri 2009.

Eg staðfesti, at tað ikki í samgonguni er meiriluti fyri, at kringvarpsgjaldið skal hækka.

Umrøtt hevur eisini verið, um Kringvarpið – sum eina fyribils loysn – kundi fáa eina upphædd á fíggjarlógini fyri 2009, men hetta verður heldur ikki hildið at vera ein gongd leið.

– Eg harmist um støðuna, sum Kringvarpið nú kemur í, men sum búskaparstøðan er, verður hvørki hildið ráðiligt at hækka kringsvarpsgjaldið ella at játta Kringvarpinum eina upphædd á fíggjarlógini.

Í samgonguskjalinum stendur, at kringvarpsgjaldið verður endurskoðað.

Hetta arbeiðið eigur at byrja beinanvegin, so Kringvarp Føroya kann koma í eina trygga fíggjarliga legu, har Kringvarpið fær arbeitt eftir tí endamáli, sum lógin ásetur og sum Føroya fólk, politikkarar og stovnurin vilja.