Krista Mørkøre og Ragnvaldur Jensen hava hetta vikuskifti kappast til Nordisk mesterskab sum hesaferð var hildi í Nýggju Alexeander Dale Oen svimjihøllini í Bergen. Baði Krista og Ragnvald stóðu seg veg væl, og fyngu tey fleiri heiðursmerki heim við sær aftur. Krista luttók í 6 kappingum, har hon setti trý persónlig met og vann sær 5 heiðursmerki. 2 bronsu, 2 silvur 1 gull.

Ragnvaldur luttók í 4 kappingum og vann sær 1 silvur og 2 gull. Norðurlenska meistarskapi var væl umboða av svimjarum úr Noreg, Danmark, Svøríki, Finland Estland, Íslandi og Føroyum. Tað er hugaligt at síggja at Føroyingar klára at verða við ímillum tey Norðurlensku londini og vinna heiðursmerki. Fyri framman eru stórar avbjóðingar, sum Føroyskir svimjarar venja fram ímóti, og tað eru vit spent til at fylgja við hvussu tað ferð at ganga.