Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krista svomið fyrstu kappingina í Rio

Jákup Ósá

Tíðin var eitt lítið sekund verri enn hennara besta tíð.

Krista Mørkøre svam 50 metur frí seinnapartin. Hon endaði nummar 7 av teimum 7 luttakarunum. Tíðin var 32,54 sekund. Hennara tilmeldingartíð var 31,69. 
Krista hevur sagt, at hesir paraolympisku leikirnir fyrst og fremst vera brúktir til at mennast í, tí hon er millum yngstu luttakararnar. Krista skal svimja aftur týsdagin og hósdagin. 
Øll kappingin kann síggjast HER