Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian Eli Zachariasen: Gongdin skal vendast

(Hannefía Joensen)

Tíðanverri, sum flest øllum kunnugt, er Klaksvíkar Kommuna komin út í fíggjarligt oføri. At vit eru komin í hesa støðu, kemur kanska ikki óvart á.

Bæði Eyðgunn Samuelsen og undirritaði hava gjørt vart við fíggjarpolitikkin í fíggjarnevndini. Millum annað hava vit nomið við, at vit muga raðfesta verkætlanir og at fíggjarlógin má javnviga.

Undirritaði gjørdi vart við tey fíggjarligu viðurskiftini í Klaksvíkar Kommunu í einari grein í Norðlýsinum í 2007, sum undirritaði loyvir sær at endurgeva niðanfyri.

Grein skrivað í Norðlýsinum 14. Mars 2007:

Politiska leiðslan í Klaksvíkar Kommunu góðtekur kommunalt sjálvtøkuborð
Øll vita tað, øll tosa um tað og eingin ger nakað við tað. Og tað hendir ferð aftaná ferð. Flestu verkætlanirnar hjá Klaksvíkar Kommunu halda ikki ásettu fíggjarætlan.

Vit kunna nevna nakrar, sum ikki hava verið innan ásetta fíggjarkarmin: Góðshavnin í Ánunum, læknamiðstøðin, eldra sambýlið við Kráarbrekku og so tað seinsta stjørnuskotið innan kommunalar verkætlanir, baðilandið í svimjihøllini.

Hvat hava so hesar verkætlanir til felags? Jú, eykarokning omaná eykarokning. Og sjálvsagt ikki at gloyma, undanførslur fyri hví hesar verkætlanir eru vorðnar dýrari ímun til upprunaligu ætlan.

Gamaní, ein part av hesum vavgreytinum eiga politikarnir stóran lut í.

Men høvuðstrupuleikin er væntandi ráðgeving/útgreiningar ísamband verkætlanirnar. Ein av verkætlaninum, har ið rætt og slætt einki skil er á, er umvælingin av svimjuhøllini.

Tað var á heysti 2006 at býráði samtykti í stórum skundi, at kommunan skuldi fara í holt við umbyggingina av svimjuhøllini, soleiðis at eitt nýtt baðiland kundi nýtast áðrenn Norðoyatunnilin lat upp í 2006.

Vit skriva 2007 og framvegis er einki baðiland latið upp og samstundis kunna vit staðfesta, at tað sum vit hava sæð mest til ísamband við umbyggingina, eru eykarokningar.

Tíðanverri hevur tað víst seg, at tann ráðgevingin sum kommunan hevur fingið, als ikki hevur verið nøktandi.

Á síðsta býráðsfundi týskvøldið 6. mars skuldi býráði taka støðu til eina eykajáttan uppá 1,5 milliónir kr. til óvæntaðar útreiðslur. Óvæntaðar útreiðslur, sum átti at verið tiknar hædd fyri.

Undirritaði setti fram uppskot á býráðsfundinum, at ráðgevandi verkfrøðingurin ísamband við baðilandi varð loystur frá uppgávuni. Hetta uppskotið fall, við 5 av atkvøðinum frá samgonguni ímóti.

Meirilutin í mentanarnevndini og í býráðinum góðtóku ístaðin eina eykajáttan uppá 1,5 milliónir kr. til baðilandi og harvið valdi tí løttu loysnina og góðtaka, at ikki nøktandi arbeiði fær ongar avleiðingar í Klaksvíkar Kommunu.

Harmiligt er tað at staðfesta aftaná býráðfundin 6. mars, at politiska leiðslan í Klaksvíkar Kommunu góðtekur, at kommunukassin skal vera eitt sjálvstøkuborð.

Vit kunna venda gongdini
At støðan er sum hon er íløtuni, kemst millum annað av, at raksturin hjá Kommunini er hækkaður munandi og at hall hevur verið á fíggjarlógini tey seinastu fýra árini. Og skula vit venda gongdini, eru vit noydd at hyggja nærri at hesum.

Rakstrarútreiðslurnar muga skerjast.
Tá ið valskeiðið byrjaði, vóru rakstrarútreisðlurnar hjá Klaksvíkar Kommunu umleið 82 mil. kr. Á fíggjarlógaruppskotinum til 2009, var fyrsta útkast til raksturin 107 mil. kr. Hetta er so skorið munandi niður, men enn er nakað eftir á leið.

Tað er eyðsæð, at raksturin má skerjast og má hetta verða eitt aðalmál hjá komandi býráðspolitikkarum.

Fíggjarlógin má javnviga
Tey seinastu tvey árini, hevur undirritaði í samráð við andstøðuna og hitt andstøðu umboði í fíggjarnevndini lagt dent á, at fíggjarlógin má javnviga. Tíðanverri hevur hetta ikki eydnast, men undir síðstu viðgerð av fíggjarlógini fyri 2008 í fíggjarnevndini, setti undirritaði framm krav um, at fíggjarlógin skuldi javnviga. Hetta endaði so við einari loysn, har ið umleið 8 mil. kr. vóru skornar av og sostatt 8 mil. kr. minni í halli á fíggjarlógini 2008.

Næsta aðalmálið hjá komandi býráðspolitikkarum, má verða at fáa fíggjarlógina at javnviga tey komandi árini.

Borgarin skal hava betur innlit í fíggjarviðurskiftini
Undirritaði fer at koma við einum uppskotið um, at saldolistar/kontolistar verða almennakunngjørdir einaferð um mánaðin á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu – sjálvandi í tann mun lógin loyvir hesum.

Hetta kemur ikki tað bera tann stóra kostnaðin við sær fyri Klaksvíkar Kommunu og samstundis hevur borgarin betri møguleikar at fylgja við teimum fíggjarligu viðurskiftinum í Klaksvíkar Kommunu.

Vinarliga
Kristian Eli Zachariasen
Býráðslimur fyri Sjlávlstýrisflokkin í Klaksvíkar Kommunu