Gunnar Nielsen hevur givið avboð.
FSF skrivar: Seinnapartin sunnudagin setir A-landsliðið við monnum kós ímóti Herning í Danmark, har venjingardystur er á skránni mikudagin 7. oktober klokkan 17:00, føroyska tíð.
Men tað verður uttan Gunnar Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu, sum annars vóru úttiknir til komandi landsliðsuppgávur.
Orsøkin er korona og tær sóttarhaldsreglur, sum nú eru galdandi í Íslandi og í Føroyum. Reglurnar siga nevniliga, at tá komið verður úr Íslandi og til Føroyar, og øvugt, skal viðkomandi í sóttarhald í 14 dagar.
Eingin er úttikin í staðin fyri Kaj Leo í Bartalsstovu, meðan Kristian Joensen úr KÍ avloysir Gunnar Nielsen.
Mikudagin 7. oktober spæla Danmark og Føroyar venjingardyst í Herning, og síðan eru tveir dystir í UEFA Nations League á skránni. Leygardagin 10. oktober klokkan 17:00 spæla Føroyar og Lettlandi á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 13. oktober klokkan 19:45 er móstøðuliðið Andorra.



