Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian Fríðrikk Olsen: Varaborgarstjórin óseriøsur

John William Joensen

sigur Kristian Fríðrikk Olsen, sum ikki vildi taka undir við at plasera ábyrgd hjá grannskoðaranum

Kristian Fríðrik Olsen, er tann býráðslimurin sum hevur sitið longst og hann er valdur sum nummar tvey á Fólkaflokks listanum, men hann heldur ikki at varaborgarstjórin er á rættari leið tá hann vildi plasera ábyrgd fyri Phønixmálið hjá grannskoðaranum.
– Eg skilji væl at fyrrverandi limir í fíggjarnevndini einki minnast til at Phønixmálið bleiv viðgjørt í fíggjarnevndini.
– Tað er so ótrúliga lætt hjá politikarum at siga seg einki minnast, men tá man so harvið heldur ikki vil taka politiska ábyrgd av málinum so kann ein ikki fara eftir grannskoðaranum, sum jú bert hevur eftirlitsuppgávu við kommununi.
– Grannskoðarain ger stakroyndir og teir sóu onga orðsøk til at fara at eftirkanna Phønix fyritøkuna.
– Harafturat skulu vit minnast til at týska felagið fór á húsagang vegna innanhýsis svik, og ikki vegna fíggjarliga virksemið hjá felagnum.
 
Varaborgarstjórin óseriøsur
Kristian Fríðrikk Olsen heldur at tað sum gekk fyri seg á býráðsfundinum var bert eitt spæl fyri gallarrríðinum.
– Sjónleikurin gjárakvøldið var óseriøsur og hevði bert til endamáls at fáa politiskan vinning burtur úr.
– Í mínari verð er feilurin tann at málið er farið ígjøgnum fíggjarnevndina uttan at nakar av teimum, sum tá sótu í nevndini talaðu at. At teir síðani hava sagt seg einki minnast um málið er fantastiskt og tá politikarar ikki eru menn til at taka ábyrgd av málinum er tað beinleiðis skeivt at fara eftir grannskoðaranum.
– Eg vil fara so langt sum at kalla uppskotið frá varaborgarstjóranum fyri óseriøst.