Kristian Joensen, sum KÍ júst hevur gjørt sáttmála við, hevur leikt sín seinast dyst fyri 07-Vestur. Tað skrivar heimasíða felagsins.
Kristian Joensen, sum KÍ júst hevur gjørt sáttmála við, hevur leikt sín seinast dyst fyri 07-Vestur. Tað skrivar heimasíða felagsins.
07-Vestur hava verið glað fyri unga og evnaríka málmannin, sum vann sín fyrsta dyst við 07-Vestur júst ímóti KÍ. Heimasíða felagsins skrivar soleiðis um Kristian Joensen:
“Kristian Joensen leikt sín síðsta dyst fyri 07 Vestur á hesum sinni
Málverji okkara í ár, Kristian Joensen, hevur valt at taka av einum tilboð um spæl í EFFO-deildini komandi ár, og hevur skrivað undir sáttmála við KÍ. 07 Vestur takkar fyri tíðina og vit ynskja Kristiani góða eyðnu í nýggja felagnum.
Kristian Joensen kom til 07 Vestur, á øðrum sinni, í marts í ár, beint fyri at flytingarvindeyga lukkaði. Hann spældi fyrsta dystin í 3. umfarið í 4-1 sigrinum móti júst KÍ. Tilsamans eru tað blivnir 22 dystir – tann seinast móti AB á Argjum í 25. umfarið, har hann fekk reytt og karantenu tvey tey síðstu umførini.
Í 07 Vestur hava vit verið sera fegin um tíðina Kristian hevur verið her vesturi, og vit ynskja honum góða eyðnu og blíðan byrð í nýggju uppgávuni.”




