Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian Joensen venur við HB

Jákup Ósá

Málverjin fær ikki sáttmála við Brøndby.

Málverjin fær ikki sáttmála við Brøndby. Men annars vil málverjin ikki siga nakað um, um samráðingarnar við AB eru slitnaðar ella ikki.

Men venjingin í HB skal ikki takast sum tekin um, at Kristian Joensen møguliga skal spæla við HB. Høvuðspersónurin sjálvur sigur soleiðis:

– Eg venji við HB hesa vikuna. Men tað skyldast at eg búgvi í Havn og sleppi frá at koyra inn til Runavíkar at venja. Eg havi sáttmála við NSÍ í 2014. Samband er ikki millum meg og Brøndby meir, so tað verður heilt vist ikki til nakað í Brøndby. Men vit arbeiða við ymiskum møguleikum og uttanlands fótbóltur er framvegis hægst raðfestur hjá mær. Men annars fái eg ikki sagt so nógv í løtuni, sigur Kristian Joensen við Norðlýsið.