Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian Magnussen: Tín ótrygga trygd

(Hannefía Joensen)

Sambandsflokkurin sendir i hesum døgum bókling, við heitinum “Tín trygd”, í hvørt hús í landinum. Eftir sera ósambandsku og løgnu signalini teir hava sent út seinastu mánaðirnar, er hetta ein roynd at sissa fólk aftur.

Tjóðveldi hevur lagt eina ætlan, ið snýr seg um at draga sambandsflokkin upp á tráð. Væl er eydnast. Teir lokkaðu formannin í sambandsflokkinum at lova eina fólkaatkvøðu um loysing í 2012. Hann lovaði eisini, at hann vildi respektera avgerðina. Ein rættur sambandsmaður hevði stríðst til síðsta blóðsdropa ímóti slíkum ørskapi.

Tað er rættuliga ótrúligt, at sambandsflokkurin nú gongur á odda í ørskapinum, at øll politisk orka nú, enn einaferð, aftur skal brúkast til øsing um loysing, í staðin fyri at verða brúkt til búðnan realpolitikk.

Tann næsti sum fór í netið hjá hjá Høgna Hoydal, var nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Hann fær næstan ikki blund í eyguni, orsakað av skaðiligu ávirkanini, sum hann heldur, at blokkurin hevur á búskapin.

Nú sambandsflokkurin ber brenni á øsingarbálið hjá tjóðveldinum, og teir báðir ætla at trúlovast á fólkatingi, og síðan at giftast aftaná næsta løgtingsval, er betri lag aftur á tjóðveldinum, nú ongin, burtursæð frá miðflokkinumur, hevur tíma at spælt við teir í nøkur ár.

Øll vit, sum hava fólksins vælferð sum fremsta mál í øllum politiskum viðurskiftum,
mugu nú standa saman, eisini á fólkatingi. Ábyrgdarfullur politikkur snýr seg um at at varðveita og menna møguleikarnar hjá okkara ungdómi, at tryggja og menna vælvirkandi vælferðarskipanir hjá familjum og at tryggja og betra umstøðurnar hjá okkara eldri.

Tín vælferð og trivnaður, er grundarlagið undir politikkinum hjá okkum í javnaðarflokkinum, eisini tá talan er um ríkisrættarligu viðurskiftini, har vit altíð hava gingið á odda og hava víst á nýggjar og gongdar leiðir.

Kristian Magnussen
løgtingslimur og valevn