Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian Martin: Skeivt at sleppa sakarmálinum móti ES

John William Joensen

Kristian Martin Rasmussen, frá samtakinum Christian í Grótinum, er sera fegin um at landsstýrið hevur megna at fingið eina avtalu í lag við ES og at viðurskiftini nú verða normalisera. Men hann heldur ikki tað var rætt at taka aftur stevningina móti ES.

Eg fegnist stórliga um at vit aftur fáa normal viðurskifti soleiðis at vit aftur sleppa at fiska makrel og sild har tað loysir seg best og samstundis fáa atgongd til ES marknaðin sum rindar besta prísin.

Men samstundis haldi eg tað verða skeivt av landsstýrinum at taka stevningina móti ES aftur, tí handilsforðingarnar hjá ES hava kosta Føroyum dýrt og eg havi varhugan av at stevningin var væl fyrireika og óivað hevði borið á mál.

Tó veit eg ikki hvørja støðu eg hevði havt til hendan spurning um hetta var sett upp móti einari semju, tí tað hevur stóran týdning fyri Føroyar at fáa normal viðurskifti aftur.

Nú vóna vit at landstýrið ber skjótt at og útskrivar fyribilskvotur, so vit kunnu fara at leita í føroyskum sjógvi tí sum støðan er í løtuni eru tað bert føroysk skip sum ikki kunna fiska í føroyskum sjógvi. Landstýrismaðurin kundi fyri langari tíð síðan ásett eina fyribilskvotu so fiskiskapurin kann byrjað, men enn frættist einki, sigur Kristian Martin Rasmussen.