Við at svimja 50metrar frísvimjing upp á 24,56 sekund í einum 50m hyli, setti Kristian Olsen úr Ægi eitt nýtt føroyskt met í 50m hyli.
Samstundis vann Kristian sær pláss at luttaka vegna Føroyar í heimsmeistarakappingini í Australia í februar mánað saman við Pál Joensen, Elsbu Mørkøre og Juttu Thomsen.
Allir teir 7 føroysku a-landsliðssvimjararnir hava um vikuskiftið kappast um plássini at luttaka í HM-kappingini, sum byrjar í Australia tann 18. mars.
5 av svimjarunum – Kristian Olsen Ægir, Elspa Mørkøre Fuglafjarðar Svimjifelag, Pál Joensen Vágs Svimjifelag, Mona Simonsen Tvøroyrar Svimjifelag og Dánjal Martin Hofgaard Tvøroyrar Svimjifelag – hava um vikuskiftið verið í Íslandi og luttikið í, meðan svimja við í Reykjavík International í Reykjavík í Íslandi.
2 afturat svumu samstundis í ymiskum hallum í Danmark. Teir eru Jutta Thomsen, ið svimur fyri TS / West Swim Esbjerg til jútsku meistaraskapini á heimabana í Esbjerg, og Kári J. á Høvdanum, ið svimur fyri FS / Sigma Nordsjælland til sælandsku meistaraskapini í Ballerup.
Fleiri føroysk met vórðu sett, og størsta løtan hjá Kristiani Olsen mundi vera, tá hann svam 50m frísvimjing í tíðini 24,56 minuttir í 50m hyli, sum heilt klárt er nýtt føroyskt met.
Vanliga verður sagt, at tú skalt draga áleið 1 sekund frá tíðini, um sami teinur verður svomin í 25m hyli, og svarar tað til 23,56 minuttir í hesum føri hjá Kristiani, og tað hevði so aftur verið eitt føroyskt met á tí teininum.
Hetta er eitt úrslit, sum bæði Kristian sjálvur og venjari hansara í Ægir, Petur Heðin á Fløtti, kunnu vera sera ernir av.
Okkum er fortalt, at landsliðsvenjarin Jón Bjarnason var positivt mest bilsin av avrikunum hjá Kristiani.
Sum skilst koma Kristian Olsen og hini aftur av ferðini í dag, mánadag.
Norðlýsið ynskir honum og hinum tillukku við flottu úrslitunum og HM-luttøkuni, sum vit fara at gera meira burturúr í blaðnum fríggjadagin.




