Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian Suni vann Haldor Holm kapping

John William Joensen

Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvík gjørdist vinnari av Haldor Holm kappingini, sum varð spæld í Klaksvíkar Klubba í vikuskiftinum.


Nr. 2 gjørdist Hendrik Pedersen og nr. 3 Bjarni Skaalum. Tilsamans seks billardspælarar vóru við í hesi fyrstu stóru billardkappingini í ár.
 
Endaspurturin kom at standa millum tveir fyrrverandi føroyameistarar, og eyðkendi hetta eisini dygdina í spælinum. Tá avtornaði lógu teir báðir lið um lið, men tað var so Kristian Suni, sum var omaná. Hann hevði eitt meðaltal uppá 28,40 eygu, meðan Hendrik var íhølunum á honum við 27,16 í meðal. Á triðja plássinum kom so vinnarin av Haldor Holm kappingini í fjør, Bjarni Skaalum. Hann hevði 20,98 eygu í  meðal.  Størsta spælið í kappingini hevði Kristian Suni við 872 eygum.
 
Haldor Holm kappingin hevur verið spæld síðani 1989. Vinnarar hesi árini hava verið Jan  Müller, Eirikur Nielsen, René Sørensen, Hendrik Pedersen, Bjarni Skaalum og Kristian Suni Høgnesen. Hendrik Pedersen er toppskorðari. Hann hevur vunnið  Haldor Holm kappingina ikki færri enn seks ferðir. Eins og undanfarin á er tað Føroya Bjór, sum er høvuðssponsorur til kappingina.