Eins og undanfarin ár fer Kristiliga Sangkórið aftur í ár at hava jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn.
Konsertin verður leygarkvøldið 12. desember klokkan 19.30.
Eitt av elstu kórunum í Føroyum, Kristiliga Sangkórið, sum hevur meira enn 62 ár á baki, hevur sína árligu jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn leygardagin. Sangúrvalið er í høvuðsheitum kendir jólasálmar og –sangir.
Bæði føroyskir og útlendskir. Kristiliga Sangkórið, sum er eitt fýraraddað blandað kór við umleið 30 sangarum, varð sett á stovn í 1953.
Tríggir av sangarunum, sum vóru við frá byrjanini, eru framvegis við í kórinum. Konsertin í Dómkirkjuni leygardagin byrjar klokkan 19.30.




