Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kristiliga Sangkórið og Eyðbjørg Hansen (solo) í Haldórsvíkar kirkju

Jóhann Lützen

Fjølbroytt jólakonsert verður í Haldórsvíkar kirkju leygardagin 12. desember 17:00. Umframt vanligan kórsang, verða nógvar aðrar samansetingar royndar: Klassiskur kórsangur við orgulfylgispæli. Romantiskur solosangur við klaverfylgispæli. Gospel við solisti, kóri, og klaveri. Gospel við klaveri. Ella hvussu við eini christmas carol við solisti, kóri og orgli?

Reinar a capella-konsertir kunnu gerast keðiligar í longdini. Tí hevur kórleiðarin sett saman eitt programm, ið alla tíðina brýtur frá. Tó verða sjálvandi eisini onkrir góðir, gamlir jólasálmar at hoyra.

Vit í Kristiliga sangkórinum eru spent at vitja vøkru áttakantaðu kirkjuna í Haldórsvík og vóna, at nógv tónleikaáhugað leita sær norður til hesa hugnalig bygd. Kórleiðari og fylgispælari er Sámal Matras Kristiansen.

Harleywoodpaint