Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristiligar bøkur í Miðlon

(Norðlýsið – Tíðindi)

Asia bókasølan heldur fram – nú eisini við føroyska spælinum, Manna

Í farnu viku var stórsta bókasølan nakrantíð við føroyskum kristiligum bókum, fløgum og bondum í Miðlon. Talan var um eini 350 ymsar tittlar av omanfyristandi vørum – harav stórur partur fór fyri niðursettan prís.

Av tí at sølan hevur eydnast so væl, hevur Asia-toymið valt at halda á við søluni til og við fríggjadagin 15. desembur.

Nú verður tó enn ein vøra á sølulistanum. Talan er um nýggja føroyska kristiliga spælið, Manna. Spælið minnir um Trivial Pursuit, men talan er tó bert um kristiligar spurningar. Spælið er gjørt soleiðis, at øll familjan kann spæla saman – hóast nøkur vita meir enn onnur í bíbilskum spurningum. Í spælinum er 5880 ymsir spurningar.

Manna er eisini vælegnað sum eitt spæl millum fleiri bólkar á størri samkomum ella fundum, og tað kann eisini væl nýtast sum undirvísingartilfar í sunnudagsskúlanum, ungdómsmøtum ella sum liður í kristniundirvísingini í skúlunum.

Væntandi verður spælið í Miðlon í morgin, mánadagin 11. desembur, um døgverðatíð.

Harleywoodpaint