Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristiligt undirhald – tá tað er best

John William Joensen

“Rock of Ages” er heiti á nýggjari DVD útgávu hjá Gaither, og hon er millum tað besta av kristiligum undirhaldi sum finnst

Howey Lister – stovnarin av kendu kvartettini – THE STATSMEN QUARTET – var einaferð spurgdur um hann var trúboði ella undirhaldari.
– Ja og ja! – svaraði hann avgjørdur.

Og tað er ein sannroynd at tonleikurin hjá "Gaither Homecomming" er líka nógv undirhald, sum tað er kristinboðan.

Útgávurnar hava ein positivan hugburð har tað vakra verður sett í hásæti.

Nýggjasta útgávan er ein ferð gjøgnum kendastu sangirnar í nýggjari kristnari sangmentan.

Nýggja DVD útgávan "Rock of Ages" má sigast at vera tað besta av tí besta.

Á útgávuni upplivað vit m.a. Mark Lowry, (sangari, sangskrivari og skemtari), Joy Gardner, Randy Owen (forsangari í ALABAMA), Andre’ Crouch og nógv onnur m.a.

Sí brot úr nýggja bandinum við at trýsta her