Kristin Michelsen skilur ikki, at tað skal verða ein trupuleiki við hansara dupultmandati í Suðuroy, tá sami flokkur tekur undir við dupultmandati í Norðoyggjum
Norðlýsið hevur spurt Kristin Michelsen, borgarstjóra í Tvøroyrar kommunu um hansara viðmerking, nú umboð fyri javnarflokkin í Suðuroy vilja taka heimildina hjá Kristin Michelsen at røkja borgarstjórasessin á Tvøroyri og løgtingssessin samstundis.
– Í Klaksvík hevur javnaðarflokkurin við systi løgmanni og Tummas Lervig atkvøtt fyri, at Jógvan Skorheim kann sita í báðum støðum. Nú góðtaka tey tað ikki í Tvøroyar kommunu. Hetta er í andsøgn við hvørt annað, soleiðis sum flokkurin koyrir, sigur Kristin Michelsen



