Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kristin Michelsen burturstaddur

Ragnar Joensen, samfelagsfrøðingur

Í vikuni er komið fram at Kristin Michelsen verður burturstaddur tá fiskivinnunýskipanin skal til 2.viðgerð fríggjadagin 08.12.17. Nakað av tosið hevur verið í miðlunum seinastu dagarnar um tað kann hava avleiðingar fyri samgonguna, og gitingarnar um hvørja ávirkan tað hevur á samgonguna og fiskivinnunýskipanina eru nógvar.

Grundleggjandi eru tveir møguleikar. Tann eini er at kallað varamann inn. Hetta verður gjørt við at finna næsta mann á vallistanum úr sama flokki sum tann sum er í farloyvi. Harafturat er treyt at varamaður hevur sæti í minst 7 dagar.

Hin meira sannlíki møguleikin, er at atkvøðan hjá Kristini Michelsen verður Clearað.

Clearing av atkvøðum er eitt alment kent fyribrigdi í flestu parlamentum. Clearing gongur í stuttum út uppá, at tinglimur í samgonguni, sum av einhvørjari orsøk ikki fær greitt sína atkvøðu, clearar sína atkvøðu við ein tinglim frá mótstøðu, soleiðis at manglandi atkvøðan ikki fær avleiðingar fyri úrslitið av atkvøðugreiðsluni. Clearing er ikki formlig í løgtinginum ella í nøkrum flokki, og hon virkar bert sum gentleman’s agreement. Ein clearing krevur tó at tann burturstaddi samgongulimurin sjálvur finnur tinglim úr andstøðuni, ið hevur mótstríðandi sjónarmiði, ið játtar at afturhalda sína atkvøðu samstundis.

Clearing er vanliga brúkt til at fáa tingarbeiðið avgreitt lættari og smidligari, um tinglimur er bundin av øðrum uppgávum, ella er burturstaddur. Clearing er sostatt við til at lætta um, og at fyribyrgja einum óynskum úrsliti fyri eina samgongu. Tí skal ikki roknast við at fiskivinnunýskipanin fellur tí ein tingmaður er burturstaddur