Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kristin Michelsen: Fíggjarnevndin er ikki stýrd av landsstýrinum

Norðlýsið

Samgongutinglimir sum Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen, Jørgen Niclasen og Bjørn Kalsø hava í nátt vist á, at landsstýrið hevur sett tingfólkini uppá pláss, so at broytingaruppskotið frá samgonguni til triðju viðgerð er soleiðis, sum landsstýrisfólkini ynskja.

 

Hetta vísti Kristin Michelsen, sum situr í fíggjarnevndini fyri Javnaðarflokkin, aftur. Hann segði, at størri grátikonur skuldi ein leita leingi eftir, tí burtursæð frá einum máli, so hevði fíggjarnevndin sjálv gjørt allar broytingarnar millum aðru og triðju viðgerð. 

Harleyfacadeacryl