Sum skilst skal Kristin Michelsen hava boðað frá at hann verður burturstaddur fríggjadagin, tá ætlanin er at løgtingið skal viðgera fiskivinnunýskipanina við 2. Viðgerð. Vit hava ikki fingið váttað tíðindini hóast vit hava ringt og sent fyrispurning um hesi tíðindi til baði Kristin Michelsen sjálvan og Løgmann.
Tíðindini siga eisini at Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri, skuldi hava gjørt avtalu við Kristin um at hann eisini fór at verða burturstaddur tá málið kemur til atkvøðu greiðslu í tinginum, men hettar avsannar formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim. Í sms boðum til Norðlýsið skrivar Jógvan Skorheim soleiðis:
– Vit hava tosað um tað, men avgjørt er at Kári fer ikki at ”clera” við Kristin Michelsen.
Sum skilst skal suðuroyartingmaðurin uttanlanda, men vit hava sum sagt ikki fingið tíðindini váttaði frá Javnaðarflokkinum.


