Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristin og Bill atkvøddu saman við samgonguni í kvøld

John William Joensen

Politiskastøðan er alt annað enn greið eftir at Kristin Michelsen í kvøld boðaði frá at ivasamt er um hann atkvøðursaman við samgonguni til triðju viðger. Saman við honum atkvøddi Bill Justinussen úr Miðflokkinum. Hann boðaði frá at hann var til reiðar at geva samgonguni eina hjálpandi hond, men vildi hava uppboðsøluna víðkaða, soleiðis at onnur enn verandi aktørar kundu bjóða uppá kvoturnar í Barentshavinum.

Sostatt er ógreitt um uppskotið verður samtykt við triðjuviðger og spenningur verður líka til tað seinasta.

Sum skilst hevur Javnaðarflokkurin heldur ikki roynt at sannføra Kristin Michelsen um at broyta støðu.