Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristina Háfoss: Hetta fer at styrkja okkara búskap

Helgi Abrahamsen

“Onnur lond styrktu teirra miðbankar og váðaráð sum avleiðing av seinastu fíggjarkreppuni, men í Føroyum gjørdu vit tað øvugta. Her bleiv Landsbankin avtikin.”

“Onnur lond styrktu teirra miðbankar og váðaráð sum avleiðing av seinastu fíggjarkreppuni, men í Føroyum gjørdu vit tað øvugta. Her bleiv Landsbankin avtikin.” Tað segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, undir viðgerðini av Landsbankanum og Váðaráðnum í løgtinginum í dag.

“Tað sum vit nú gera, fer at styrkja okkara búskap og fer at geva okkum nøkur betri amboð,” segði landsstýriskvinnan.

“Vit savnað alla vitan á økinum á einum staði, heldur enn at lata nakað vera á Gjaldstovuni, nakað á Fróðskaparsetrinum o.s.fr.,” segði Kristina Háfoss. Hon viðgekk tó, at hetta fer eisini at krevja fleiri starvsfólk enn tey sum eru í dag.

Kristina Háfoss viðgekk eisini at uppskotið um Váðaráðið kann virka innviklað, millum annað tí at eftirlitið við bankum er felagsmál, meðan eftirlitið við grunnum er føroyskt sermál.

“Men við hesum verða hesi viðurskiftini gjørd greiðari,” segði hon.