Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristina Háfoss velur allar 24 nevndarlimirnar

Helgi Abrahamsen

”Hetta landsstýrið setur bara vinir.” Tað sigur Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður við fíggjarmálum. Hann vísir til uppskotið til løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð.

Sambært uppskotinum skal Landsbankin hava eina nevnd við 7 limum og 7 varalimum, og váðaráðið skal hava 5 limir og 5 varalimir.

Landsstýriskvinnan skal sjálv velja allar nevndarlimirnar í Landsbankanum.

”Tveir velur hon uttan at spyrja nakran eftir, og so stendur í lógaruppskotinum, at hinar limirnar skulu ymiskir felagsskapir og stovnar innstillað,” sigur Jørgen Niclasen.

Men so kemur ein paragraff, sum er rættiliga óvanlig. Hon sigur, at um so er, at tey innstillaðu ikki hava ein nóg breiðan ella nøktandi fakligan førleika, kann landsstýriskvinnan biðja um nýggj tilmæli.

”Eg havi ikki sæð slíkt fyrr, men ikki er ringt at vita, hvat hetta merkir. Aðalstjórin í Vinnumálaráðnum er gott dømi um tað,” sigur Jørgen Niclasen.

”Poul Michelsen, landsstýrimanni, dámdi ikki væl skikkaða innstillaða, og so blivu allir umsøkjararnir vrakaðir,” sigur hann og kemur til hesa niðurstøðuna:

”Henda ódámliga grein í uppskotinum merkir, at landsstýriskvinnan, Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, í veruleikanum velur allar limirnar í nevndini.”

Sama støða í váðaráðnum

5 limir og 5 varalimir skulu veljast í nýggja Váðaráðið og sambært uppskotinum er tað Løgmaður, sum velur allar eftir tilmælum.

Landsstýriskvinnan, Kristina Háfoss, skal tilmæla tveir, Landsbankin tveir og Búskaparráðið ein.

”Í Landsbankanum hevur landsstýriskvinnan valt alt frammanundan, so her er tað hon sum avgerð, og Búskaparáðið velur landsstýriskvinnan eisini,” sigur Jørgen Niclasen.

Niðurstøðan hjá honum er, at landsstýriskvinnan sleppur at velja 24 nevndarsessir, og harumframt kann hon sjálv møta á øllum nevndarfundur sum val nummar 25.

”Palliba og Marsanna skulu gjalda hetta villa nevndaríið fyri 10 milliónir um árið,” sigur Jørgen Niclasen.