Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kristina: Løgið at danir rinda almennar íløgur í Føroyum

Jóhann Lützen

Tað er komið dátt við hjá Kristinu Háfoss, at Sjúrður Skaale hevur fingið 9,5 mió. krónur til nýtt mentanarhús í Klaksvík

Kristina skrivar soleiðis á facebook, undir video broti sum Sjúrður Skaale hevur lagt á sín vanga:

 

Góði Sjúrður.

Tað hevði verið gott um Javnaðarflokkurin á Fólkatingi, samskiftið við Javnaðarflokkin í Landsstýrinum og Landsstýrið sum heild, áðrenn tílíkar avgerðir verða tiknar. Sum kunnugt hava Landsstýrið og samgongan sett sær fyri, at gera føroyska búskapin og samfelagið meira sjálvbjargin – eisini fíggjarliga. Tí er ríkisveitingin fastfryst, og er harvið minkað niður í 6% av samlaðu almennu inntøkunum í ár. Eisini verða fleiri heimtøkur framdar, og er persóns-, familju- og arvarættarliga økið heimtikið, og útreiðslurnar av hesum somuleiðis. 

Sum kunnugt verður eisini arbeitt við føroysku fíggjarlógini fyri 2019 í hesum døgum. Tað tykist tí løgið, at frætta á Facebook at tú ætlar, at danska fíggjarlógin nú skal rinda fyri ávísar almennar íløgur í Føroyum komandi ár. 

Tú ert sjálvandi altíð vælkomin at venda tær til føroyska Fíggjarmálaráðið og mín, um tú ynskir at umrøða fíggjarlógina í Føroyum fyri komandi ár.

Vh Kristina.