Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristina skal giftast!

Ja gita hvør

Kristina er til reiðar at giftast: Men áðrenn Kristina Matras Absalonsen sleppur at giftast, skuldi hon ígjøgnum nakrar hættisligar, ella kanska meiri stuttligar royndir, ið vinkonur høvdu skipað fyri. Alt hetta hendi farna leygardag.

Kristina er til reiðar at giftast: Men áðrenn Kristina Matras Absalonsen sleppur at giftast, skuldi hon ígjøgnum nakrar hættisligar, ella kanska meiri stuttligar royndir, ið vinkonur høvdu skipað fyri. Alt hetta hendi farna leygardag.

Vinkonurnar purraðu Kristinu út á Heygnum, ið er heimið hjá henni á Viðareiði. Har fekk høvuðspersónurin klæðini fyri dagin. Sum tað sæst á myndunum, vóru klæðini sera vøkur. – Tá ið morgunmaturin var etin, var kósin sett á Vistarheimið í Klaksvík, ið er arbeiðsplássið hjá komandi brúðrini.

Áðrenn túrurin helt á til Havnar, fór Kristina inn í Bónus at vita um nakrir mussar ella ”selfies” vóru til taks.

Í Havn bíðaði báturin Rib62, ið førdi tær allar út til Kolturs. Úti í hugnaligu oynni var matpakkin etin.

Seinni upp á dagin vóru tær í bowlinghøllini til gaman og gleim. Har møtti hon m.a. einum komandi brúðgommi – tó ikki hennara. Tey bæði tóku ein góðan gamlan ”sving-om”. Látur um geilar og fjøll.

Eftir ein langan og upplivingarríkan dag, endaði dagurin við einum avslappandi drekkamunni á Viðareiði. Kristina takkaði okkum vinkonum fyri túrin, og ikki hevði hon trúð, at hon skuldi fáa tann stuttligasta og kulasta Polterabend í Føroyum.

2. august skal Kristina giftast við Hanni, ið er ættaður úr Hvannasundi.

Myndirnar fortelja heldur ikki so lítið: