Ásetingar um kristnitrúgv eru ikki niðurraðfestar í uppskotinum til føroyska stjórnarskipan – og als ikki í mun til donsku grundlógina. Um John William vil upplýsa fólk, kundi hann tikið tað fram, sum er skrivað í bæði fyrra og seinna flaggdagsáliti, sum lýsir hesar spurningar og viðgerðina væl, skrivar Høgni Hoydal í brævið til Norðlýsið
Ásetingar um kristnitrúgv eru ikki niðurraðfestar í uppskotinum til føroyska stjórnarskipan – og als ikki í mun til donsku grundlógina. Um John William vil upplýsa fólk, kundi hann tikið tað fram, sum er skrivað í bæði fyrra og seinna flaggdagsáliti, sum lýsir hesar spurningar og viðgerðina væl, skrivar Høgni Hoydal í brævið til Norðlýsið
Høgni Hoydal er misnøgdur við samanbering sum Norðlýsið hevur gjørt av Kristnu virðunum í verandi donsku grundlógini og uppskotinum til Stjórnarmálalóg sum Framsókn og Tjóðveldi hava lagt fyri tingið.
1. John William ger eina niðurstøðu um, at kristnitrúgvin er niðurraðfest í einum stjórnarskipanaruppskoti, sum er lagt fram. Í fyrsta lagi er hetta uppáhaldið skeivt. Ásetingar um kristnitrúgv eru ikki niðurraðfestar í uppskotinum til føroyska stjórnarskipan – og als ikki í mun til donsku grundlógina. Tað er nakað, tú sigur. Og um tú vilt upplýsa fólk, kundi tú tikið tað fram, sum er skrivað í bæði fyrra og seinna flaggdagsáliti, sum lýsir hesar spurningar og viðgerðina væl.
2.
John William leggur tveir flokkar undir at hava niðurraðfest kristnitrúnna í einum uppskot, vit hava lagt fram. Tað er eisini beinleiðis skeivt.3.
John William setur síðani eina nýggja yvirskrivt á eina viðmerking frá mær, har eg havi roynt at rætta faktuellar skeivleikar. Men nú heldur tú bara framog setur trumf á: Nú fært tú tað at ljóða sum at eg vil vera við, at allir flokkar uttan Miðflokkurin hava niðurraðfest kristnitrúnna frá byrjanav.
Hetta eru skeiv og misvísandi tíðindi úr enda í annan. Og tað fari eg enn einaferð at biðja teg um at rætta.
John William veit væl, at slík skeiv og manipulerandi tíðindi kunnu bara hava til endamáls at fáa partar av fólki at venda sær frá eini føroyskari stjórnarskipan. Hetta er eitt álvarsmál fyri nógv fólk. Og at tú so vilt gykla fólki fyri, at danska grundlógin skal vera ein trygd móti hesum flokkum sum sambært tær “vilja niðurraðfesta kristnitrúnna”, er burtur úr vón og viti at seta fram í einum tíðindamiðli. Vinarliga




