Norðlýsið hevur saman við Statoil, skipa fyri tippikapping í samband við heimadystirnar hjá KÍ, og hóast nógv hava brúkt høvið at avleverað lepan úr Norðlýsinum á Statoilstøðina í Klaksvík, so gjørdist Kristmund Hansen fyrsti vinnarin.
Týsdagin handaði so leiðarin á Statoilstøðini, Jákup Heinesen einum fegnum Kristmundi Hansen heilar 900 krónur í gávukekkum frá Statoil. Kristmund segði við Norðlýsið tá vit spurdu hann hvat hann fór at brúka gávukortini, at hann ætlaði at keypa eitthvørt til systir sína. Vit fara framhaldandi at skipa fyri tippikappingini og til næsta heimadyst hjá KÍ, verður aftur ein lepi í Norðlýsinum, har høvi verður at luttaka í kappingini.




