Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kristoffer Ødemarksbakken er áhugaður at halda fram í KÍ

Jákup Ósá

Men onkur viðurskifti skulu uppá pláss áðrenn.

28 ára gamli Krisoffer Ødemarksbakken kom til KÍ í summar. Hann hevur víst seg at verða ein góður leikari og hevur skorað fleiri mál. Hóast hann sambært FaroeSoccer bara hevur spælt 312 minuttir, so eru bara tríggir KÍ-leikarar, ið hava skorað fleiri mál enn hann í ár.

Hansara sáttmáli gongur út eftir hetta kappingarári. Tá vit í vikuni spurdu hann, hvar hann spælir í 2025, so segði hann, at KÍ er ein møguleiki.

– Eg trívist væl í KÍ, so tað er ein møguleiki, at eg haldi fram. Vit hava tó ikki verið í samráðingum, men hava tosað leystliga saman. Onkur familjuviðurskifti mugu tó koma uppá pláss, um eg skal halda fram. So nú fáa vit at síggja, sigur Kristoffer Ødemarksbakken.

Kristoffer Ødemarksbakken var eyðsýndur á Svangaskarði leygardagin eins og hann hevur verið í nógvum øðrum dystum og í honum tykist KÍ endiliga at hava fingið ein leikara afturat Páll A. Klettskarði og Árna Frederiksberg, sum í álopspartinum kann fáa nógv málstig. Men nú vil tíðin vísa, um tað verður meir enn hetta hálva árið.

 

Harleywoodpaint