Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristoffur aftur á kendar gøtur

Jákup Ósá

Kristoffur Jakobsen er aftur í bláum og hvítum.

Kristoffur Jakobsen er aftur í bláum og hvítum.

KÍ kunnger í kvøld fyrsta leikarastyrkin til kappingarárið 2018. Talan er helst um tann leikarin í føroyskum kappingini, sum hevur leikt flestar dystir í bestu deildini av teimum, sum eru 28 ár ella yngri. 319 dystir í bestu deildini hevur 28 ára gamli Kristoffur Jakobsen leikt fyri KÍ, EB/Streym og seinastu árini ÍF. 41 mál hevur hann skorað, harav 31 fyri barndómsfelagið KÍ. Í 2011 var hann toppskjútti fyri KÍ. Sostatt er talan um sera royndan leikara, sum kemur í KÍ hópin.

KÍ boðar frá, at 2-ára sáttmáli er gjørdur við Kristoffur Jakobsen.