Sunnudagin gekk so leiðin aftur til London hjá evnaríka 16 ára gamal KÍ unglinganum, Kristoffur Jakobsen.
Eyðun Klakstein, sum er ein av venjarunum hjá KÍ, og var hann saman við Kristoffur í London fyri góðar viku síðan.
– Kristoffur er sera væl fyri og tá vit vóru til royndarvenjing hjá Chelsea gekk sera væl hjá honum. Tí var tað ikki løgið at teir sendu boð aftur eftir honum, og nú skal hann so venja til hósdagin, umframt at spæla ein U-16 dyst fyri Chelsea.
– Tað er altíð trupult at meta um ein leikari far kontrakt ella ikki, men eg trúgvi at Kristoffur hevur lika góðar møguleikar sum hinir, men man skal eisini vera heppin tí tað eru nógvir um boði.
Eyðun Klakstein sigur at tað sjálvandi var ein stór uppliving at vera saman við Kristoffur til venjing hjá enska stórfelagnum, sum í løtuni gongur ímóti at vinna meistaraheitið.
– Tað var sjálvandi eisini munur á umstøðunum hjá teimum.
– Eitt nú hava teir eini 12 fólk sum fulla tíð arbeiða við ungdóminum, men venjingarnar sjálvar líktust sera nógv teimum sum vit brúka í føroyum.
– Teir venja sera nógv teknik og tað er eisini nakað sum vit leggja dent á.
– Vit sóu eisini onkrar av kendu leikarunum men venjingarnar hjá 1. liðinum vóru fyri stongdum hurðum, so har høvdu vit onga atgongd.
Kristoffur fór sum sagt til London sunnudagin og kemur heim aftur hósdagin.




