Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kristoffur datt niður í millum

Jóhann Lützen

Tað var bara hepni at ikki illa vildi til, hjólið datt undan tá eg traðkaði á tað fyri at sleppa umborð, tað eru alt ov fáir leytarar fyri ikki at siga ongin, sigur Kristoffur Joensen

Tá vit vóru á støð í morgun hittu vit Kristoffur Joensen og Jógvan Páll Steinberg. Teir vóru báðir komnir aftur av útróðri og í gongd við at avreiða. Teir prátaðu um ymiskt, millum annað um tá Kristoffur datt niður ímillum bátin og bryggjuna. 

– Eg fór allur undur sum eg var og merkti ein enda sum eg tók í. Tíbetur var hann fastur í land, men tað kundi hann fyri tað sama ikki verið, Eg kundi eisini hava smekkað høvdið í á veg niður, sigur Kristoffur. 

Hetta er ikki fyrstu ferð at menn detta niðurímillum orsakað av at hjólini eru ov illa fastspent. 

– Tað er ikki long tíð síðan tá ein annar maður fór niður ímillum júst á sama máta, sigur Jógvan Páll Steinberg. 

Teir eru báðir samdir um, at trygdin er ikki í lagi hjá útróðrarmonnunum og at hetta eigur at verða fingið í rættlag skjótast gjørligt.