Kristoffur Sørensen av Viðareiði, sum um dagarnar er á Teenstreet í Týsklandi, fekk ein heilan sal við áleið 4000 fólkum at kóka í gjárkvøldið. Hann er nevniliga kringur ’beatboksari’. Video.
Kristoffur Sørensen av Viðareiði, sum um dagarnar er á Teenstreet í Týsklandi, fekk ein heilan sal við áleið 4000 fólkum at kóka í gjárkvøldið. Hann er nevniliga kringur ’beatboksari’. Video.
Kristoffur, sum bert hevur beatboksað til smærri samkomur, fekk seg serliga royndan í gjárkvøldið, tá ið hann varð boðin upp á stóra pallin á Teenstreet.
Tað gekk ikki long tíð, áðrenn salurin kókaði. – Soleiðis skrivar www.om.fo um bragdið. Tey nevna hann fyri Jákup Kristoffer Sørensen. Men vanliga brúkar hann bert Kristoffur:
”Til Throne room (møtið) í kvøld var Jákup Kristoffer Sørensen av Viðareiði, boðin uppá stóru senuna at beatboksa. Jákup er ein sera dugnaligur beatboksari, og salurin við stóru fjøldini av fólki (uml. 4000 fólk), tóku so hjartaliga væl ímóti honum, og tað gingu ikki nógv sekund, so kókaði salurin. Ungdómurin var bergtikin. Eina løtu beatboksaði Jákup sjálvur, síðani spældi trummusppælarin eina solo afturímóti honum, hetta helt fram eina løtu og til allar seinast beatboksaði Jákup saman við trummuspælaranum.
Tað var ótrúliga stuttligt at síggja ein av okkara dugnaliga ungdómi uppiá senuni, og vísa fram tað, sum hann dugir so framúrskarandi væl. Niðanfyri kunnu tit síggja eitt videoklipp av Jákupi á senuni.”




