Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kristoffur Jakobsen: Eg eri ótrúliga spentur til at spæla aftur við KÍ

Ítróttur

Hann er framvegis bara 29 ár, men hevur sera drúgvar royndir sum leikari í Betrideildini.

Hann er framvegis bara 29 ár, men hevur sera drúgvar royndir sum leikari í Betrideildini, og nú hann kemur aftur til KÍ, er tað ikki bara fyri at hugna sær: “Eg ætli mær at kempa, bæði fyri mínum egna plássi á liðnum og fyri, at KÍ skal vinna”, sigur ein spentur Kristoffur Jakobsen.

 Fyrsti leikarastyrkurin til kappingarárið 2018, sum KÍ kunngjørdi longu í oktober mánað í fjør, var Kristoffur Jakobsen, sum í november fylti 29 ár. Hann hevur frá 2005 til 2013 spælt 8 kappingarár við besta liðnum hjá KÍ, eitt ár var hann hjá EB/Streymi, og seinastu 4 kappingarárini hevur hann spælt í reyða búnanum hjá ÍF.

 Men nú verður Kristoffur Jakobsen aftur at síggja í bláum og hvítum á vøllinum við Djúpumýru, her hann hevur spælt meginpartin av sínum fótbóltslívi. Hóast hann fyri stuttum fylti 29 ár, hevur hann longu spælt 319 dystir í Betrideildini, sum er ógvuliga nógv fyri ein so ungan leikara. Sostatt er tað ein sera royndur leikari, sum KÍ nú fær í hópin.

 Nú er ikki greitt enn, hvar á vøllinum Mikkjal hugsar at lata Kristoffur spæla fyri KÍ, men vanliga er hann antin miðvallarleikari ella álopsleikari. Umframt góðan tekniskan førleika og skjótleika hevur Kristoffur eitt gott og hart skot í beinunum, sum higartil hevur givið honum 41 mál, harav 31 fyri KÍ. Í 2011 var hann toppskjútti fyri KÍ við 14 málum.

 – KÍ hevur seinastu árini bygt upp eitt gott lið, sum í 2016 var eitt stig frá FM-heitinum, og í fjør vóru bara nøkur fá mál á muni upp til føroyameistaran, so vit hava nakað at liva upp til í 2018, sum eg veruliga vóni verður eitt gott ár hjá KÍ, sigur Kristoffur.

 – Nú havi eg kunna eygleitt KÍ útifrá hesi seinastu árini, og tað er eingin ivi um, at síðan Mikkjal Thomasen gjørdist høvuðsvenjari hjá KÍ, hevur besta KÍ-liðið av álvara ment seg til eitt vinnandi lið, sum øll onnur feløg hava stóra virðing fyri.

 – Tað tekur tíð at byggja upp ein vinnaramentalitet, men hann sær út til at vera har nú hjá KÍ, og tað vil eg ógvuliga fegin verða við til at byggja víðari á og verða ein partur av. Hetta árið verður mítt 14. í vaksnamannadeildini, og eg vóni veruliga, at eg kann geva nakað til hetta spennandi KÍ-liðið.

 – Eg ætli mær at kempa, bæði fyri mínum egna plássi á liðnum og fyri, at KÍ skal vinna, sigur ein spentur Kristoffur Jakobsen, sum hevur gjørt ein 2-ára sáttmála við KÍ.