Í morgin kl. 14:00 verður steypafinalan millum bestu kvinnuliðini hjá Stjørnuni og VB
Leygardagin kl. 14:00 verður steypafinalan millum bestu kvinnuliðini hjá Stjørnuni og VB blást í gongd, og Kristoffur Ragnarson formaður roknar við góðum stuðli frá klaksvíkingum, sum fyri fyrstu ferð kunnu koyra beinleiðis til finaluna, sum verður í høllini á Hálsi í Havn.
Tá vit tíðliga mikukvøldið høvdu Kristoffur Ragnarson í telefonini, var meiningin at seta buss inn, men tað var ikki endaliga avgjørt.
– Um so verður, so fer hann av Klaksvík leygardagin um 12-tíðina frá KÍ-høllini, greiddi formaðurin frá.
– Vit vænta rættiliga nógvar áskoðarar til finaluna. Í mun til árini frammanundan, so er munurin í ár tann, at klaksvíkingar fyri fyrstu ferð kunnu koyra við egnum bili beinleiðis til finaluna, so tað verður spennandi at síggja, hvørja ávirkan tað fer at hava á áskoðaratalið.
– Sum nevnt, so vænta vit stóra undirtøku frá okkara viðhaldsfólkum – ikki minst allir klakvíkingarnir í Havn hava her eitt høvi at geva Stjørnuni sín stuðul við at møta upp í høllini á Hálsi leygardagin kl. 14:00, heldur ein spentur Kristoffur Ragnarson.
Finalan er altíð ein opin dystur – Nú er hetta ein finaludystur, sum er nakað heilt fyri seg, og tí kann alt henda. Út frá hesum vil eg siga, at tað er ein opin spurningur, hvat úrslitið av finaluni verður.
– Men um vit hyggja at gongdini í kappingini higartil, so hevur Stjørnan góðar møguleikar at vinna, heldur formaðurin.
– Men, man veit ongantíð, hetta er sum nevnt ein finala, og tað er einki dulsmál, at VB er tað liðið, sum higartil hevur givið okkum størst trupulleikar í kappingini.
– Vit taptu tann fyrra dystin í Vági, síðani vunnu vit stórt í Klaksvík, og tá vit so aftur spældu í Vági, vunnu vit dystin við einum máli.
Stjørnan er eitt satt steypakappingarlið
Tað, sum StÍF er hjá monnunum, er Stjørnan hjá kvinnunum.
Stjørnan hevur nevniliga verið í steypafinaluni heilar 8 ferðir, harav liðið (um vit ikki taka feil) hevur vunnið kappingina 3 ferðir.
Stjørnan er sostatt eitt satt steypakappingarlið, og tað talar sanniliga fyri, at tær kunnu hava sjálvsálit, tá tær leygardagin renna inn á vøllin til finaluna.
– Í fjør høvdu vit kjansin at vinna steypið til ognar, tí tað var okkara triðja finala á rað, og bæði í 2004 og í 2005 høvdu vit vunnið finaluna ímóti júst VB, men so taptu vit tíverri í fjør ímóti Neistanum, og so fingu vit einki steyp til ognar, greiðir Kristoffur Ragnarson frá.
Fullmannaðar
Sum skilst, so verður Stjørnan fullmannað til finaludystin.
Joan Midjord Djordjevic kemur heim niðrifrá, og Alina Olaru, sum hevur drigist við ein skaða og tí ikki spældi við ímóti STíF síðsta vikuskiftið, verður við aftur nú við fullari megi.
– Í landskappingini er Stjørnan nr. 1, meðan VB liggur á triðaplássi, so talan er um ein dyst millum tvey av oddaliðunum í landskappingini, sigur Kristoffur Ragnarson.
KOYR Á, STJØRNAN!!




