\”Men hjá tykkum skal blóðið á húsunum, sum tit eru í, verða til tekin; táið Eg síggi blóðið, skal Eg leypa tykkum um, og einki oyðandi slag skal koma yvir tykkum, táið Eg slái Egyptaland.\” 2.Mós.12.13.
“Men hjá tykkum skal blóðið á húsunum, sum tit eru í, verða til tekin; táið Eg síggi blóðið, skal Eg leypa tykkum um, og einki oyðandi slag skal koma yvir tykkum, táið Eg slái Egyptaland.” 2.Mós.12.13.
Jødar kring allan knøttin hava hildið teirra árligu páskir í okkurt um 3.500 ár, og hava hildið boðið: “Hetta skulu tit halda; tað skal til ævigar tíðir vera tær og børnum tínum ein fyriskipan.” 2.Mós.12.24. Hetta var byrjanin til tjóðina Ísrael, tá tey løgdu trældómin í Egyptalandi aftur um bak og byrjaðu gonguferð teirra til Lyftisins Land. Lambið var dripið og etið, blóðið av lambinum smurt á durastavin, og Harrin hevði spart allar frumbornu synir teirra, tá Oyðarin fór ígjøgnum land egypta.
Høgtíðin var ikki einans ætlað sum minningardagur um gomlu frígering teirra, men eisini at vanta ein komandi dag, tá “Lamb Guds” skuldi taka “burtur synd heimsins,” Jóh.1.29. Náttina fyri, sum Kristus varð krossfestur, segði Hann við lærisveinar sínar:”zMær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalamb við tykkum, áðrenn Eg líði. Tí Eg sigi tykkum: Eg skal aldri aftur eta tað, fyrrenn tað er vorðið fullkomið í ríki Guds.“ Luk.22.15-16.
Síðan innsetti Hann kvøldmáltíð Harrans, sum trúgvandi skulu halda á at halda fyri at “kunngera … deyða Harrans, inntil Hann kemur.” 1.Kor.,11.26. Hann uppfylti alt, sum páskirnar profeteraðu um, tá Hann úthelti blóð Sítt á krossinum, “tí eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus. Latið okkum tí halda høgtíð, …við ósúrgaða breyði reinleiks og sannleiks!” 1.Kor.5.7-8.
Nú síggja vit fram til eina enn størri kvøldmáltíð, tá Kristus kemur aftur, tí lyfti til øll, ið trúgva er hetta: ”zSæl eru tey, sum boðin eru til brúdleypsnátturða lambsins!“ Op.19.8




