Tað er nú nakað síðani at Norðlýsið skrivaði at nýggja kryvjivirkið, skjótt fór í gongd, Nú verður seinasta hond løgd á verkið.
Tá vit vitjaðu á Kryvjivirkinum mánadagin, var nógv ferð á monnum. Summir vóru um at vera liðnir við sítt arbeiði og aðrir gingu bert og snøggaðu tað seinasta ímeðan uppaftur aðrir arbeiddu hart fyri at gerast liðnir.
Av kantinuni á Kryvjivirkinum fingu vit eina mynd av alibáti sum lá og landaði til bløðgararnar. Hetta verður skjótt ein søgulig mynd, tí tá virkið er komið í gongd, er ætlanin at brunnbátarnir sjálvir skulu pumpa fiskin inn í framleiðsluna hjá virkinum og soleiðis fer hetta at minka munandi um ferðsluna á keiini.
Øll framleiðsla og alt arbeiði á virkinum verður inni, so lítið fer at síggjast til laks undir opnum himli á keiini tá virkið er farið í gongd.




