Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KSF í álvarsamari kreppu

John William Joensen

Enn einaferð miseydnaðist borgarstjórunum í størstu kommunum í Føroyum at finna semju og eftir fundin fríggjadagin er greitt at Tórshavnar Kommuna stendur enn meira einsamøll.

KSF
Kommunusamskipan Føroya (KSF) er limafelagið hjá størstu kommunum í Føroyum.  Tær sjey kommunurnar; Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Tvøroyari, Fuglafjørður, Vágur og Sandur, umboða 69% av borgarunum í landinum.

Í longri tíð hevur verið arbeitt við at stovna nýtt kommunufelag fyri allar kommunur, og ein avtalað var eisini komin undir land, tá ein meiriluti í Tórshavnar Kommuna setti fram krøv sum í veruleikanum merkja, at tað verður úr býráðnum í Havn at nýggja kommunfelagið verður stýrt.

Búskaparráði hevur gjørt eina tilráðinga um Kommunala útjavning í samband við at talið á Kommunum verður minkað. Í frágreiðingini verður ladur dentur á týdningin av eini kommunalari útjavningarskipan og tað er breið semja millum føroysku kommunurnar at hetta er gongda leiðin.

Leiðslan í KSF forðar fyri samanleggingum
Hóast nógvan royk og uttanumtos frá leiðsluni í KSF, so er tað tosið um eina Kommunala útjavningarskipan, sum hevur loypt øði í grindina. Og trupuleikin er at størsti hvalurin, Tórshavnar Kommuna, sum eigur formannin í KSF, fyri hvørt tak leggur meira og meira sjógv millum seg og restina av kommununum.

Landstýrið hevur boða frá at kommunubygnaðurin skal endurskoðast í hesum valskeiðinum og tí var ætlanin at stovna nýtt kommunufelag at taka sær av samráðingunum við landsstýri um nýggjan kommubygnað.

Men ein meiriluti í Tórshavnar Býráð heldur fast um einsíðu krøv har allar avgerðir í felagnum kunnu verða lagdar fyri aðalfundin har størsta kommunan hevur avgerandi orði at siga.

Tað er eisini Tórshavnar Kommuna, sum eigur formannin í KSF og á fundinum fríggjadagin komu ábendingar um at borgarstórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, ikki var fult samdur við ein meriluta í býráðnum í Havn.  Bólturin liggur hjá formannskapinum í KSF og tí hendur einki í malinum. 

Eingin semja
Málið um stovan av nýggjum kommunufelag var umrøtt á fundinum fríggjadagin, men eingin niðurstøða gjørd og málið var útsett.

Í løtuni er tað sostatt størsta kommunan í landinum sum forðar fyri at nakað konkret hendur í tosinum um størri kommunalar eindir og tí er ikki ov nógv sagt at ein kreppa liggur og lúrur í KSF.

Lokalpolitikur í Havn
Býráðsval stendur fyri framman og í fjølmiðlum umrøða býráðspolitikarar í Havn nýggju útjavningarskipanina, sum nakað negativt.

Borgarstjórin í høvuðsstaðnum hevur m.a. sagt at ein kommunal útjavning verður ein sovipúta hjá illa riknum kommunum. 

Búskparráði sigur í niðurstøðu síni at ein útjavningarskipan er avgerandi fyri at hava væl virkandi kommunalar eindir í øllum landinum. Ráði vísir eisini á at slíkar skipanir eru galdandi í londum, sum vit vanliga samanbera okkum við – men higartil er tilmælið frá búskaparrráðnum druknað í lokalpolitikki í høvuðsstaðnum.

Tí fer neyvan nakað at henda fyrr enn býráðsvalið hevur verið.