Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KSS keyp loðsbát úr Noregi

Oliver Joensen

Búrhella, ið er eitt felag við tilknýti til KSS, ella Bedingin, sum klaksvíkingar í meira enn eitt mannaminni hava nevnt virkið, hevur keypt ein loðsbát frá norsku kystvaktini.

Loðsbáturin er 16,8 metrar langur og 5,2 metrar breiður, hevur 1700 HK motor og gongur 25 míl. KSS er ein veitari til skip, bæði føroysk og útlendst, og sum skilst, so er ætlanin við hesum nýggja keypi, betur at kunna veita tænastu til skip í og kring um Føroyar.

Loðsbáturin, sum kom til Klaksvíkar í gjárkvøldið við Hav Streym, er bygdur í 1993.