Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KSS og Looknorth í Íslandi

Jóhann Lützen

Sokallað B2B túrur við Poul Michelsen, vinnumálaráðharra á odda hevur verið fyriskipaður í Íslandi um dagarnar

Vinnulívið í Føroyum hevur verið á sjarmuoffensiv í Íslandi, har 13 føroyskar fyritøkur luttóku. Frimodt Rasmussen og Árni Skaale frá ávíkavist KSS og Looknorth vóru partar av ferðaliðnum. Íslendski umboðsmaðurin hjá Føroya Bjór varð eisini við og Føroya Bjór bjóðaðu leskandi á túrinum. 

Talan er um B2B (Business to Business) har fyritøkur royna at fáa nýggjar kundar í kartoteki og annars halda sambond við líka. 

Teir komu við Norrønu týsdagin og stillaðu fram básaranar í Reyðafjørði týsdagin. Síðani vóru teir á Akureyri mikudagin og Ísafjørði hósdag.

Árni Skaale sigur við Norðlýsið í morgun at flestu fyritøkurnar fara heim í dag. Hann fer sjálvur at vitjað kundar í Íslandi.

– Vit hava nakrar kundar í Íslandi, tað eru tó ov fáir, so hetta er eisini ein roynd at víðkað um kundaskaran hjá okkum, sigur Árni Skaale í telefonini úr Íslandi í morgun