Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KSS undirskrivað altjóða sáttmála fyri 20 mió. kr.

John William Joensen

Klaksvíkar Sleipistøð hevur umboðandi spanska veitaran IBERCIA gjørt sátmála við reiðarríið hjá nýggja danska nótaskipinum “RUTH” um eina heildarveiting av el-drivnum spølum til nýgga nótaskipið, sum verður smíðað á Karstensens skipasmiðuni í Skagen. Virði á sáttmálum er 20 mió. Kr og er størsti einstaki ordri hjá Klaksvíkar Sleipistøð nakrantíð.

Klaksvíkar Sleipistøð hevur umboðandi spanska veitaran IBERCIA gjørt sátmála við reiðarríið hjá nýggja danska nótaskipinum “RUTH” um eina heildarveiting av el-drivnum spølum til nýgga nótaskipið, sum verður smíðað á Karstensens skipasmiðuni í Skagen. Virði á sáttmálum er 20 mió. Kr og er størsti einstaki ordri hjá Klaksvíkar Sleipistøð nakrantíð.

Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS sigur at hesin sáttmáli tryggjar at KSS er ein av veitarunum til eitt skip sum er tað mest framkomna á sínum øki og tað fellir væl saman við málsetningin hjá KSS um at verða við í altjóða kapping. Hesin sáttmálin er við til at gera okkum meira sjónlig í londunum kring okkum og tað fegnast vit sjálvandi um, sigur stjórin á Klaksvíkar Sleipistøð.

LES samrøðu við stjóran á KSS seinri.

Reiðaríið RUTH HG264 gjørt sáttmála við IBERCISA

Nýggja “RUTH” fær elektrisk spøl

Spanski framleiðarin av hátøkniligum spølum, IBERCISA, hevur gjørt sáttmála við reiðaríið hjá RUTH HG264, um eina heildarveiting av el-drivnum spølum til 88 m langa nýbygningin , ið verður smíðaður á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen.

Sáttmálin gjørdist veruleiki ígjøgnum samstarvi við KSS P/F í Klaksvík, sum er umboð hjá Ibercisa í Føroyum, Danmark, Grønlandi, Svøríki, Bretlandi og Írlandi.

“Ruth HG264” verður fyrsti pelagiski trolari/nótabátur við elektriskum spølum. Spælskipanin fevnir m.a. um 3 Trolspøl á 93T og 4 Netatrumlur á 110T.

Tilsamans eru 27 el-drivin spøl við veitingini. Nýggja útgerðin er ein varði innan fiskiflotan, ið skiftir yvir til el-megi. Í 2013 hevur Ibercisa veitt el-spøl til norsku fabrikkstrolarar hjá Volstad, REM Maritime and Andenesfisk og nú fylgja uppisjóvarskipini somu leið.

“RUTH” verður fyrsta danska uppisjóvarskipið við el-drivnum spølum. El spøl hava verið fyri stórari menning seinastu árini. Nakrir av fyrimununum eru lægri rakstrar- og ísetingarkostnaðir, umframt lægri orkunýtslu, eingi hydraulikrør, eingin hydraulikolja, einfaldari og neyvari stýringar, munandi minni larmur og meiri umhvørvisvinarlig.

KSS og IBERCISA lutaka á SKIPPER EXPO 2014 framsýningini, sum verður í Aberdeen 30 og 31 mai.

Meiri kunning um Ibercisa á www.ibercisa.es og um KSS (P/F Klaksvíkar Sleipistøð) á www.kss.fo

El-spølini til “Ruth” umfata m.a.:

3 stk 93 Tons elektrisk trolspøl við elektroniskari veirspoling.

4 stk 110 Ton elektriskar netatrumlur

2 stk elektrisk sonduspøl

Scantrol iSYM Autotrawl skipan til dupult trol

Harleywoodpaint