Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KTF er nýtt oddalið í 1. deild: Kl. Talvfelag er einsamalt á odda eftir tveir 3-1 sigrar um vikuskiftið

(
John Færø)

Eftir góða hálið um vikuskiftið við tveimum góðum 3-1 sigrum – fyrst á útivølli ímóti hvalvíkingum og so heima ímóti kollfirðingum – hevur 1. lið hjá KTF lagt seg á odda í sterkastu talvdeildini.

Støðan í sterkastu talvkappingini fyri lið er blivin rættiliga áhugaverd og spennandi fyri norðingar og klaksvíkingar, nú Kl. Talvfelag hevur lagt seg á odda.

Framvegis
púra opið.

Tað eru tó ongar orsøkir til at gleða seg ov tíðliga, tí framvegis er støðan ógvuliga jøvn í 1. deild.
Bara 2½ stig eru á muni millum nr. 1 og 5, so her kann framvegis alt henda.

Úrslitini
8. umfar:

Vestmanna – Streymur 1-3


Toftir – Havnin 3-1

Klaksvík – Kollafjørður 3-1
Ólavur Simonsen – Hans Kristian Simonsen 1-0
Rani Nolsøe – Torbjørn Thomsen  ½-½
Tummas M. Anthoniussen – Eyðálvur Johannesen 1-0
Ingolf Gaard – Grettir Djurhuus  ½-½

Støðan í
1. deild:

Eftir 8 av íalt 10 umførum er støðan á stigatalvuni hendan:
1) Klaksvík  19 stig
2) Toftir  18 stig
3) Streymur  17 stig
4) Havnin  17 stig
5) Kollafjørður 16½ stig
6) Vestmanna 8½ stig

Írestandi
dystirnir:

Nú resta bert 2 umfør í kappingini – 9. og 10. umfar, har dystirnir eru hesir:

9. umfar
Streymur – Kollafjørður
Vestmanna – Toftir
Havnin – Klaksvík

10. umfar
Toftir – Streymur
Klaksvík – Vestmanna
Kollafjørður – Havnin