icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kúlla Knút leikur í Løkshøll

Tíðindaskriv

Í døgunum 6. til 8. mars er Løkshøll í Runavík karmur um skemtisangleikin ”Kúlla Knút og blómkálið”, sum 10. flokkur í Runavíkar Kommunuskúla sýnir fram. Hetta er føroyska útgávan av ”Bølle Bob”, sum Elin á Rógvi hevur týtt. Leikurin er fyri børn og ung.

Í døgunum 6. til 8. mars er Løkshøll í Runavík karmur um skemtisangleikin ”Kúlla Knút og blómkálið”, sum 10. flokkur í Runavíkar Kommunuskúla sýnir fram. Hetta er føroyska útgávan av ”Bølle Bob”, sum Elin á Rógvi hevur týtt. Leikurin er fyri børn og ung.

Løkshøll er karmur um leikin. Talan er um eitt sera gott høli við framúrskarandi ljóð- og ljósviðurskiftum. Hetta gevur nýggjar møguleikar í økinum, har Glyvra Bio fyrr var háborgin. Kanska er hetta startskotið til eina nýggja sjónleikaramentan við Løkshøll sum heimstaði.

Til leikin eru nógvir sangir, sum tónleikabreytin í skúlanum við Løkin framførir. Og til hendan leikin hava fyrireikararnir valt at seta áskoðaraplássini ørvísi, tí nógvir leikarar og tónleikarar krevja nógv pláss. Ein partur av næmingunum hava tikið sær av pallsmíðinum. Pallurin er í trimum: húsvognurin hjá Una, torgið í bygdini og so skúlastovan.

Leikurin fer fram í eini bygd, har einasti handilsmaðurin, Blom, fegin vil gera bygdina til eitt gott og vakurt stað at búgva í. Hetta skal draga ferðafólk til bygdina. Í hesum sambandi ynskir hann m.a. at rudda húsvognin, sum er bústaðurin hjá Una, burtur. Men hesum finna hini í bygdini seg ikki í, og leggja eina ætlan ímóti tí.
Á torginum hevur Blom reist standmynd av sær sjálvum. Men tá standmyndin skal avdúkast, er høvdið horvið. Hvør man hava goymt høvdið og hvør fær skuldina? Í leikinum møta vit nógvum ymiskum ungum fólkum, sum øll hava síni sereyðkenni. Nøkur hava gott eyga á hvør øðrum, onnur eru bara fitt og upp aftur onnur eru cool. Og so er tað Kúlla Knút. Men øll eru stuttlig á sín hátt.

Mikudagin 6., hósdagin 7. og fríggjadagin 8. mars stendur Løkshøll skrýdd til leik. Ein skemtisangleik, sum borðreiðir við ordans tónleiki, góðum dansi og eini stuttligari søgu – alt í einum. Fyrrapart á degnum eru skúlasýningarnar. Longu nú er greitt, at har fara meira enn 800 skúlaungdómar at síggja næmingarnar framføra.

Miku- og hóskvøldið eru almennar sýningar. Tær byrja kl. 19. Atgongumerkini kunnu keypast við dyrnar frá kl. 17.