Hon hevur trivist væl við okkara strendur, kúlubøkan, ið var á vitjan á Havnarvág 28. januar, og sum helst hevði verið á Tvørafjørði áðrenn tað.
Í morgun var hon so á Vágni og svam nakrar ferðir í kring Stoksoyramegin og heim ímóti stórukaj og yvir um vágna og tætt fram við kósini, tætt fram við landi báðumegin.
Kúlubøkan hevur eisini verið at sæð aðrastaðni í Norðoyggjum, fyri stuttum var hon á Borðoyarvík fram við fjørðuni á Oyri og sagt verður eisini frá, at hon hevur verið við bátahylin í Árnafirði.
Fram við Kósabrúnni sýntist henni at hava tokka til Karlamagnus, har hann lá og landaði. Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum sigur okkum, at kúlubøkan væl kann eita seið, sjálvt um hon er barduhvalur. Man sigur, at barduhvalirnir eta mest krill og slíkan uppisjóvarfisk fyri at nøkta tørvin á føði, men kemur annar fiskur fyri, so glíður hann væl niður. Sjálvur havi verið við til at tikið heilt stórar toskar burturúr maganum á sildreka í Noregi.
So sjálvt um stóru hvalirnir eru barduhvalir og teir stórstu fyri mesta partin liva av æti, so kunnu barduhvalir væl eta torvur av fiski um tær koma fyri kjaftin.
Júst nú frætta vit er enn á vágni. Hon hevur í hvussu so er støðast væl, nú hon hevur verið sædd her títt og ofta í ein heilan mánaða.




