Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunnaði HMR ov skjótt, tí skuldi Alexandra út

Jóhann Lützen

Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, bleiv firtin, tá Alexandra á Dul kunnaði HMR um skannaragávuna. So firtin, at hann ynskti hana koyrda. Tað bleiv tó bert til eina skrivliga ávaring.

Løgtingið hevur nú samtykt at játtað 1,2 millión krónur til gera hølir klár á Klaksvíkar Sjúkrahúsi til Tesla 3 skannaran, sum privat vinnulívsfólk í norðurøkinum hava valt at lata til sjúrkahúsið. Eisini hevur Fíggjarnevndin játtað 750.000 krónur til at seta starvsfólk á Røntgendeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi til at røkja komandi skannaran.

Hetta eru fortreytirnar fyri, at stórfingna gávan á 13 milliónir krónur fyri Tesla 3 skannaran til KS kann móttakast.

Gávan givin í apríl í ár

Hendan jaliga støða fyri KS byrjaði seinnapartin hósdagin 20. apríl 2023, tá Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, umvegis teldupost fekk boðini um, at dulnevnd vinnulívsfólk ynsktu at geva hesa stórfingnu gávu.

Alexandra vildi ikki hvíla á boðunum og setti seg beinanvegin í samband við Steinar Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverki Føroya. Fundur kom í lag fríggjadagin 21. apríl 2023 klokkan 13:30, har hann eisini fekk teldupostin frá Alexandru klokkan 14.

Eisini sendi Alexandra sama teldupost við kunning um gávuna til Heilsumálaráðið klokkan 15:45 við cc til Steinar Eirikstoft, forstjóra, og Hans Paula Henryson, stjóra á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Alexandra ynskti ikki, at landsstýriskvinnan í heilsumálum í vikuskiftinum skuldi frætta um stórfingnu gávuna frá øðrum enn leiðsluni í sjúkrahúsverkinum.

Hetta vísir alment innlit, sum Norðlýsið hevur fingið í tilgongdina. 

Ov skjót kunning atvold til misálit

Men hetta, at Alexandra sendir teldupostin við kunning til Heilsumálaráðið, er ein av høvuðsorsøkunum til, at Steinar Eirikstoft bert 8 arbeiðsdagar seinni týsdagin tann 3. mai 2023 sendir eitt sera álvarsamt skriv til Turid Arge, aðalstjóra. Forstjórin ynskir nú, at Heilsumálaráðið sendir stjóran á Klaksvíkar Sjúkrahús til hús. Upp á grátt pappír.

Forstjórin í Sjúkrahúsverkinum hevur mist álitið á stjóranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí hon “kroystir málið niðan í Heilsumálaráðið”.

Í skrivinum ákærir forstjórin í Sjúkrahúsverkinum eisini Alexandru fyri at hava arbeitt í tí dulda við at skaffa Tesla skannara til KS. Hendan ákæran bleiv høvuðsyvirskriftin í innslagnum í Degi og Viku tann 5. desember 2023, “Alexandra arbeiddi í loyndum”.

Almenna innlit okkara í tilfarið – sum KvF eisini hevur fingið – vísir tó eina aðra søgu. Tí hetta er ein ákæra, sum Alexandra blankt avvísir í sínum viðmerkingum til skrivið frá hinum sjúkrahússtjóranum. Tí hóast Alexandra hevði hoyrt um leysar tankar hjá vinnulívsfólkum um at geva ein skannara áðrenn, so var tað ikki fyrr enn hósdagin 20. apríl 2023, at hon fekk boð um stórfingnu gávuna. Eini boð, sum hon dagin eftir gav víðari til bæði Steinar Eirikstoft, forstjóra, Tummas í Garði, varastjóra, og Heilsumálaráðið.

So í veruleikanum var tað ov skjót kunning og ikki ov lítil kunning, sum var atvoldin til, at forstjórin í Sjúkrahúsverkinum ynskti sjúkrahússtjóran á KS koyrdan.

Umdømi hjá Steinar í vanda

Umframt firtni yvir ov skjótu kunningina til HMR, fyllir tað eisini hjá stjóranum á Landssjúkrahúsinum, at Alexandra fær tann betra leiklutin í almenna rúminum í hesum málinum, meðan hann verður noyddur at vera bussimaður.

Stjórin á Landssjúkrahúsinum skrivar til HMR tann 3. mai 2023:

“Alexandra hevur miðla tann jaliga partin við einum nýggjum skannara og stórari peningaupphædd… Eg sum forstjóri mátti kunna um, at tað fylgja treytir við brævinum frá løgfrøðinginum, og tað gjørdist skjótt greitt, at eg sum myndi alt Sjúkrahúsverkið, komi í ringt ljós, og eg meti mítt leiðslumandat, ikki bara á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men í øllum Sjúkrahúsverkinum, er í vanda.”

HMR: Alexandra á Dul heldur áfram

Meðan tað tók Steinari Eirikstoft bert 8 arbeiðsdagar at koma til sína álvarsomu niðurstøðu og skriv til HMR, tók tað HMR fimm vikur at viðgera starvsfólkamálið.

Heilsumálaráðið tekur endaliga avgerð í málinum 12. juni 2023 og velur at geva Alexandru á Dul skrivliga ávaring. Í skrivligu ávaringini verður sagt, at HMR tekur málið upp aftur í september. Sambært tilfarinum í almenna innlitinum verður tað tó ikki tikið upp fyrr enn á fundi tann 17. november 2023, har Turid Arge, aðalstjóri, eftir fundin skrivliga staðfestir, at HMR ikki ger meira við hetta málið.

Samanumtikið má tað sigast at vera ein ræðandi málsgongd. At forstjórin í Sjúkrahúsverkinum bert fáar dagar eftir, at hann fær kunningina um stórfingnu gávuna til KS, velur at mæla HMR til at tveita stjóran á KS til hús. Bert tí hon valdi at kunna HMR sama dag, sum hon kunnaði forstjóran.

Tíbetur tók landsstýriskvinnan í heilsumálum sær stundir at hugsað seg væl um, og valdi hon framhaldandi at hava álit á Alexandru á Dul sum stjóra á KS og partur av stjórnini fyri alt Sjúkrahúsverkið. Tí bleiv úrslitið ein skrivlig ávaring og ikki ein uppsøgn.

Og nú kann Klaksvíkar Sjúkrahús mennast í 2024 við íløgum í hølir til nýggja skannaran og øktum rakstrarútreiðslum til dugnalig røntgenstarvsfólk undir leiðslu av Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra.