Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunnandi fundir um Atlantic Airways

Høgni Klakkstein

Í sambandi við at Atlantic Airways verður lýst til sølu, verða kunnandi fundir kring landið leygardagin.

Atlantsflog (Atlantic Airways) verður í næstum lýst til sølu og skrásett á OMX – íslendska virðisbrævamarknaðinum.

Á fundinum verður greitt frá um felagið og hvussu sølan fer fram, og hvussu almenningurin kann keypa sær partabrøv í felagnum.

Tað er fyrsti triðingurin av felagnum, sum verður settur til sølu fyri almenninginum í Føroyum og uttanlands.

Kaupthing Bank stendur fyri søluni. 

Fundirnir verða nú leygardagin 17. nov. á hesum støðum: 

Í Vágum     kl. 11.00   á Hotel Vágum
Á Tvøroyri  kl. 14.00   á Hotel Tvøroyri
Í Klaksvík   kl. 16.30  í Atlantis 

Øll eru vælkomin!

Les meir á heimasíðuni hjá Atlantic Airways
 

Harleywoodpaint