Í summar koma 10 ferðamannaskip til Klaksvíkar. Í tí sambandi skipa samskiparin fyri vitjanirnar, Finn Johannesen, og Norðoya Kunningarstova fyri kunnandi fundi í býráðshøllini í Klaksvík í kvøld kl. 18.
Í summar koma 10 ferðamannaskip til Klaksvíkar. Í ti sambandi skipa samskiparin fyri vitjanirnar, Finn Johannesen, og Norðoya Kunningarstova fyri kunnandi fundi í býráðshøllini í Klaksvík í kvøld kl. 18.
Fundurin er ætlaður sum ein kunnandi fundur um tey skipini sum koma og at lýsa tey tiltøk og útferðir, sum verða fyriskipaðar hesar dagar. Øll sum hava áhuga í at vera við, á ein ella annan hátt, eru vælkomin til fundin. Fundurin er almennur og vit ynskja at frætta frá øllum, sum hava okkurt at bjóða hesar dagar, bæði handlar og tey, sum ynskja at vera við á sølutorginum. Og sjálvandi eisini tey sum hava bátatúrar, busstúrar og útferðir annars.




