Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunnandi tiltak í skótahúsunum

Jóhann Lutzen

Ídag kl. 16:30 verður eitt kunnandi tiltak um ein øðrvísi hátt at gera sítt íkast til at hjálpa fólki í Afrika burtur úr fátækradømi og hungursneyð. Tiltakið verður í húsinum hjá gulu skótunum, Uppistovu Gerðagøta 11 í Klaksvík

Ídag kl. 16:30 verður eitt kunnandi tiltak um ein øðrvísi hátt at gera sítt íkast til at hjálpa fólki í Afrika burtur úr fátækradømi og hungursneyð. Tiltakið verður í húsinum hjá gulu skótunum, Uppistovu Gerðagøta 11 í Klaksvík

Tað er altjóða felagsskapurin Better Globe, sum sendir umboð til Føroya at kunna um arbeiðið, ið verður gjørt.

Norðmaðurin Einar Formo er ein av stovnarunum av Better Globe. Hann stovnaði felagsskapin í Noregi í 2006 saman við Rino Solberg og Jan-Tore Øvrevik.

Endamálið við arbeiðinum í felagsskapinum er ”at gera meira fyri at stríðast móti fátækradømi í Afrika enn nakar annar felagsskapur fyrr hevur gjørt”. Og til tess at náa hesum máli verður arbeitt við trimum høvuðsøkjum, træplanting, mikrofígging og útbúgving.

– Okkara vegur at loysa hetta er, at tað skal vera lønandi at hjálpa. Vit halda, at við at gera tað lønandi at hjálpa, fara nógv fólk at stuðla okkara ætlan. Hjálpin skal vera av einum slíkum slag, at fólk hjálpa sær sjálvum har tey búgva, so at tey framhaldandi kunnu búgva og liva har og kenna seg heima. Vit stremba eftir, at hetta verður gjørt politiskt rætt og vit royna tí eisini at berjast móti øllum slagi av korrupsjón, sigur Einar Formo millum annað um arbeiðið.

Hann kemur til Føroya í dag og verður her til 9. august. Kunningarfundurin í Perluni verður mánakvøldið. Tá fer hann millum annað at greiða frá, hvussu føroyingar kunnu taka lut í vælgerandi arbeiðinum, millum annað við at seta sær fyri at keypa trø, sum verða plantað í Afrika.

Meira um felagsskapin kann lesast á heimasíðuniwww.betterglobemedia.com